Mugu hava skrivstovu at røkja áhugamálini hjá útoyggjunum

? Útoyggjafelagið hevur nú søkt um at koma á fíggjarlógina fyri komandi ár, so at felagið kann seta fólk í starv

Útoyggjafelag

? Skal Útoyggjafelagið vera til nakra veruliga nyttu, mugu vit hava eina skrivstovu.
Tað heldur formaður felagsins, Óla Jákup úr Dímun.
Hann sigur, at tí hevur felagið sent landsstýrinum umsókn um at fáa eina upphædd á fíggjarlóg Løgtingsins fyri 2003
?Umsóknin er sent Eyðuni Elttør, landsstýrismanni í útoyggjamálum, og vónandi verður hon viðgjørd við vælvild.
Óla Jákup úr Dímun sigur, at tað er neyðugt hjá felagnum at hava eina skrivstovu og eitt fólk í løntum starvi, skal tað eydnast at gera eitt veruligt arbeiði til frama fyri útoyggjamenningina.
Tað, sum Útoyggjafelagið hevur søkt um, er 300.000- 400.000 krónur til eina skrivstovu og eitt starvsfólk, sum kann arbeiða ein part av tíðini fyri felagið.
?Olga Biskupstøð hevur verið samskipari, tá ið felagið varð fyrireikað og hon hevur gjørt eitt megnararbeiði.
?Men nú fær hon ikki samsýning, men kortini hevur hon gjørt eitt stórt arbeiði fyri felagið.
? Men tað ber ikki til at dúva uppá sjálvboðið arbeiði í longdini, so skal tað eydnast okkum at fáa nakað veruligt á skaftið, mugu vit fáa skipað viðurskifti við einum skrivstovufólki í einum parttíðarstarvi.
Hann vísir á, at tað er ómetaliga nógv at seta seg inn í og tað er so mikið krevjandi, at tað er neyðugt at hava útbúgvið fólk til tað.
Fyrrenn tað er greitt, at felagið fær stuðul á fíggjarlógini, hevur felagið ikki hugsað um, hvar ein slík skrivstova skal vera.
Formaðurin í felagnum sigur, at í næstum fer umboðsráðið hjá felagnum at hittast at taka støðu til, hvørji mál, felagið skal taka upp og hvussu málini skulu raðfestast.