Mugu hava Mínboks fyri at fáa stuðul

Stuðulstovnurin Studni broytir nú mannagongd, tá søkt verður um lestrarstuðul.

 

 

Frá 15. august 2013 er mannagongdin við at søkja um lestrarstuðul broytt. Tá verða umsóknir um lestrarstuðul frá Studna einans viðgjørdar umvegis Mínboks.

 

 

Broyttu mannagongdirnar hava bert týdning fyri tey, sum byrja á nýggjari útbúgving. Tey skulu nevnliga søkja um stuðul umvegis Mínboks.

 

 

Tey, sum longu eru undir útbúgving og fáa stuðul, skulu ikki søkja um stuðul umvegis Mínboks.

 

 

Fyri at kunna nýta Mínboks, skalt tú hava netbanka frá einum av føroysku peningastovnunum.


Hevur tú ikki netbanka, skalt tú seta teg í samband við bankan og stovna tær ein brúkara.