Mongu atfinningarnar seinastu dagarnar um at prísurin fyri at nýta Vágatunnilin hava ikki fingið stjóran fyri P/F Vágatunnilin at endurskoða prísin, ið kunngjørdur var hósdagin í síðstu viku.
- Vit hava ásett prísin út frá fortreytunum, ið eru galdandi í dag, og hesar fortreytir noyðast vit at halda okkum til, til fortreytirnar møguliga broytast. Tað sigur Dávid Reinert Hansen.
Stjórin í P/F Vágatunnlinum sigur, at hann hevði væntað, at atfinningar fóru at koma móti prísinum, men at hetta er prísurin, ið leiðslan fyri P/F Vágatunnilin hevur mett at vera tann rætti.
- Sjálvandi lurta vit eftir atfinningunum, tí tað er jú eisini í okkara áhuga at vita, hvat brúkararnir, tvs. kundarnir, halda, sigur Dávid Reinert Hansen, sum tó ikki hevur ætlanir um at broyta prísirnar, um ikki fortreytirnar fyri verkætlanini eisini broytast.
- Síðan hósdagin hava vit fingið at vita, at summi, m.a. politikarar, eru til reiðar at broyta fortreytirnar fyri verkætlanini, meðan onnur eru ímóti at broyta fortreytirnar. Okkara uppgáva er at arbeiða út frá teimum fortreytum, sum eru galdandi ? ikki at reka politik. Koma tað uppskot, ið broyta fortreytirnar fyri verkætlanini hjá P/F Vágatunnilin, so mugu vit fyrihalda okkum til tað, sigur Dávid Reinert Hansen.
Skeivt at samanbera við landsveg
Dávid Reinert Hansen tekur undir við, at spurningurin um, hvussu nógv fara at nýta tunnilin, er rættuliga sentralur. Leiðslan fyri P/F Vágatunnilin hevur mett, at tað í meðal fara at koyra 350 bilar gjøgnum tunnilin um samdøgrið, meðan onnur hava ført fram, at hetta tal er alt ov lágt.
Stjórin fyri P/F Vágatunnilin metir, at tað er skeivt at samanbera ferðsluna um Vestmannasund við ferðsluna á ávisum strekkjum á landsvegnum.
- Her er talan um at fólk skulu gjalda fyri at koyra um sundið. Tí má ferðslan um Vestmannasund samanberast við eina ferju, tvs. hvussu nógv ferðsla hevði verið, um ein ferja sigldi um sundið, sigur Dávid Reinert Hansen. Hann sigur, at kanningin frá 1999, sum hevur verið partur av grundgevingini fyri prísásetingini, í stóran mun hevur snúi seg um, hvussu fólk reagera uppá prísbroytingar, og hvussu tað møguliga broytir ferðingarmynstrið, tvs. um fólk nýta egnan bil ella buss. M.a. út frá hesum er komið fram til talið 350, sigur Dávid Reinert Hansen.










