Suðuroyarsiglingin
Nú landsstýrið hevur samtykt at byggja nýggja Smyril, verður tað eisini neyðugt at bøta um havnaviðurskiftini í Suðuroynni
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í samferðslumálum, sigur, at sum er, eru havnaviðurskiftini í Suðuroynni ikki nøktandi, men at tað er eitt mál, sum má loysast samstundis, sum nýtt skip verður bygt.
? Tað nýggja suðuroyarskipið er so mikið langt, at tað kann ikki brúka havnina, sum er á Drelnesi.
Landsstýrismaðurin sigur, at Landsverkfrøðingurin hevur áður mett, at tað fer at kosta 50 milliónir at byggja ferjuleguna á Drelnesi út, so at nýggja skipið kann liggja trygt í henni. Hinvegin fer tað at kosta 75 milliónir at byggja eina heilt nýggja ferjuhavn eystanfyri havnina, sum nú er.
Bjarni Djurholm sigur, at hann nú fer at biðja Landsverkfrøðingin gera nýggari og neyvari metingar av, hvat tað kostar at gera atløguviðurskiftini í Suðuroy nóg góð.
Samferðsluhavnin stendur annars longu á langtíðarfíggjarætlanini hjá landsstýrinum. Men Bjarni Djurholm heldur, at tað er neyðugt at framskunda ætlanina at byggja havnina, so at hon er klár, tá ið nýggja skipið er liðugt.
Neyðugt undir øllum umstøðum
Tó skal leggjast afturat, at sama hvussu tað nýggja suðuroyarskipið kom at síggja út, hevði tað verið neyðugt at gjørt nýggja samferðsluhavn í Suðuroy, tí havnin á Drelnesi hevði heldur ikki tikið ímóti tí skipinum, sum landsstýrismaðurin sjálvur mælti til at byggja.
Harafturat er tað fleiri ferðir víst á, at havnin er heldur ikki nóg trygg hjá Smyrli sum er, at liggja í. So nýggj havn skal gerast undir øllum umstøðum. Tískil er tað skeivt at blanda hesi bæði málini saman, tí tey hava onki við hvørt annað at gera.
Hetta hevur manningin á Smyrli ferð eftir ferð víst á.
Eitt nú hevur skiparin á Smyrli, Pauli Lassen, víst á í einum brævi til Strandfeðrsluna í 1998, at frá 16. november í 1997 og árið út, hendi tað heilar 17 ferðir, at Smyrli sleit trossar, at teir noyddust at leggja at við gomlukei, at teir noyddust at flyta skipið á miðjari nátt, at teir ikki sluppu til kei, ella fingu aðrar trupulleikar av tí at havnin á Drelnesi er ov vánalig.
Skiparin sigur, at hetta hevur verið skilið líka síðani havnin varð gjørd.
? Umstøðunar á Drelnesi eru ótolandi, serliga tá ið eysturættirnar eru, sigur skiparin á Smyrli.
Mugu gera nýggja
havn til nýggja Smyril