Í morgin verður ein altjóða ráðstevna í Norðurlandahúsinum. Tað er norðurlanda havtankasmiðjan, Nordic Marine Think Tank, ið skipar fyri ráðstevnuni.
Ráðstevnan hevur heitið, Growth in Blue Bio-Economy, møguleikar fyri vøkstri í tilfeingisvinnu í havinum. Bio-economy, ella bláur tilfeingisbúskapur, er búskapur sum byggir á livandi tilfeingið í havinum.
- Áhugin fyri tilfeingisbúskapi er sera stórur í fleiri pørtum av heimnum, og nógv lond síggja hetta sum ein møguleika, at fáa gongd á búskapin aftur aftan á kreppuna. Innan bláu tilfeingisvinnuna er siðbundin fiskivinna og alivinna høvuðsgrundarlagið, men leitað verður eftir at fáa meira burtur úr ti partinum av fiskinum, sum ikki fer til flak, tvs. at fáa alt til lands. Har eru stórur møguleikar at virka ymiskt burtur úr tí, sum leypir av, tá flakið er komið til høldar, skriva fyriskipararnir av ráðstevnuni í tíðindaskrivi.
Fiskimálaráðharranir úr Íslandi, Grønlandi og Álandi, umframt fiskimálaráðharrin frá Seyskelloyggjunum, koma allir til Føroyar í samband við altjóða ráðstevnuna í ”Vøkstur í bláa tilfeingisbúskapinum í Norðuratlantshavi og Arktis”, sum verður í Norðurlandahúsinum 2. og 3 juni.
Ráðstevnan fer at vísa dømi um hvat longu er gjørt, og hvat kann bera til, um rætt verður atborið. Dentur verður lagdur á at vísa á, hvørji politisk tiltøk skulu til, fyri at fáa gongd á.