Oljan er nógv dýrkað seinastu tíðina og tískil eru bæði Strandferðslan, fiskiveiðieftirlitið og havrannsóknarskipið, komin í neyð, tí pengarnir til olju eru longu uppi. Tí hevur landsstýrið nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at játta tilsamans 30,1 milliónir afturat til olju til skipini.
Strandferðslan skal hava nógv tað størstu játtanina, ella 26 milliónir. Uni Rasmussen, landsstýrismður í fíggjarmálum, sigur, at upprunaliga væntaði Strandferðslan at brúka 11,9 milliónir litrar av olju í ár og tað varð mett at kosta 44 milliónir.
Men síðani árslok eru prísirnir hækkaðir nógv og tískil var neyðugt við eini eykajáttan longu í vár, tí tá vóru útreiðslurnar hjá Strandferðsluni til olju mettar at verða 62,5 milliónir í ár. Men síðani er støðan versnað upp aftur meiri og nú verður mett, at Strandferðslan skal brúka 88,5 milliónir í ár – bara til olju fyri at hava skipini siglandi. Landsstýrismaðurin sigur, at sostatt er oljan næstan tríggjar ferðir dýrari í ár enn hon var í fjør.
Samstundis verður mett, at vaktarskipini hjá Vørn hava brúk fyro eini eykajáttan upp á 2,3 milliónir í ár, og havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, hevur brúk fyri 1,8 milliónum afturat.