Mugu fáa at vita, hvat vit hava ráð til

- Politikararnir mugu melda út, hvørji tilboð føroyska heilsuverkið skal kunna bjóða uttanlanda, og hvørjar karmar vit hava at virka undir. Tað sigur Anne Grethe Mikkelsen, læknastjóri, sum sjálv kundi hugsað sær at ein tvørfaklig nevnd tók avgerð um, hvør hevur tørv á viðgerð uttanlanda, og í hvønn mun avvarandi skulu sleppa við sjúklinginum.

Læknastjórin, Anne Grethe Mikkelsen, tekur væl ímóti uppskotinum hjá Bill Justinussen, landsstýrismanni, um at ein nevnd skal gera av, hvørjir sjúklingar hava tørv á viðgerð uttanlanda, og í hvønn mun avvarandi skulu sleppa við sjúklinginum.
Sjúkrahúslógin gevur yvirlæknum heimild til at senda sjúklingar til Danmarkar til viðgerðar, er tørvur á tí, og eisini er tað sjúkrahúsverkið, ið avger, um avvarandi skulu sleppa við sjúklinginum. Í fíggjarlógini í ár eru játtaðar 60 milliónir krónur til serviðgerð uttanlanda, men nú avtornar eru 20 milliónir krónur ov nógv nýttar á hesi konto. Samtíðis sum lógin heimilar yvirlæknum at senda sjúklingar av landinum, so er einki mark lagt á, hvussu nógvar sjúklingar teir kunnu senda av landinum ? heldur ikki, at teir t.d. skulu halda seg innanfyri játtanina uppá 60 milliónir krónur.
- Eg skilji væl, at tað kann vera óheppið, at tað er yvirlæknin, sum einsamællur skal taka avgerðina um, hvør skal sendast til Danmarkar til viðgerð, og hvussu nógv avvarandi skulu sleppa við sjúklinginum, sigur Anne Grethe Mikkelsen. Læknastjórin vísir á, at tað tíðum kann vera trupult, fyri ikki at siga ómøguligt, hjá einum lækna at gera av, um t.d. eitt ella tvey foreldur skulu sleppa við barninum, tá tað skal hava viðgerð á sjúkrahúsi í Danmark.
Einasta amboðið, ið yvirlæknin hevur at halda seg til, er ein kunngerð frá 1997 um flutnings- og ferðaendurgjald til sjúklingar uttanlands. Henda kunngerð heimilar yvirlæknanum at senda eitt heilsustarvsfólk og/ella ein avvarandi við sjúklinginum til Danmarkar. Er sjúklingurin undir 17 ár, kann sjúkrahúsverkið rinda ferðaútreiðslurnar fyri eitt foreldur, ella í serligum føri fyri bæði foreldrini. Liggur sjúklingurin á sjúkrahúsi í meira enn ein mánað, heimilar kunngerðin, at foreldrini uppá skift sleppa at vitja, umleið 14.hvønn dag.
Anne Grethe Mikkelsen viðgongur, at tað tíðum kann vera trupult hjá yvirlæknanum, ið jú einsamællur skal taka støðu, at halda seg fult og heilt til kunngerðina, serliga um sjúklingurin er álvarsliga sjúkur.

Faklig nevnd taka avgerð
Anne Grethe Mikkelsen, læknastjóri, metir, at skilabest hevði verið, um tað var ein faklig nevnd, ið skuldi umsita alla skipanina við at senda sjúklingar og avvarandi til viðgerðar uttanlanda. Henda nevnd kundi verið mannað við læknaligum-, løgfrøðisligum- og fíggjarligum serkunnleika. Yvirlæknin skuldi so framvegis verið tann, ið metti um tørvin hjá tí einstaka fyri at sleppa til Danmarkar til viðgerð, og hvussu átrokandi tað var í hvørjum einstakum føri. Løgfrøðisligi- og fíggjarligi serkunnleikin í nevndini skuldu so tryggja, at brúkarin fær tað, ið hann hevur rætt til, samtíðis sum játtanin á fíggjarlógini verður hildin. Læknastjórin kundi hugsað sær, at tað eisini var henda nevndin, sum í hvørjum einstøkum føri tók avgerð um, hvussu nógv avvarandi skulu sleppa við sjúklinginum.
- Á henda hátt er tað upp til politiska myndugleikan at siga, hvussu góða tænastu og hvussu nógv tilboð samfelagið skal bjóða sínum borgarum á hesum øki, og síðan má fakliga nevndin meta um, hvat hevur fremstu raðfesting, og hvar til ber at spara, so skaðin gerst minst, sigur Anne Grethe Mikkelsen.
- Tað er greitt, at lækkar játtanin á fíggjarlógini nógv, so mugu vit spara burtur tilboð um viðgerðir, ið tað almenna rindar fyri. Í dag finnast alsamt fleiri viðgerðartilboð, og tí er tað alla tíðina upp til politisku skipanina at meta um, hvar markið gongur, og hvat man hevur ráð til. Eftir eini læknaligari meting kunnu ávísar viðgerðir ikki vera serliga átrokandi, ella »neyðugar«, samanborið við aðrar. Men fyri tann persónin, ið hevur tørv á hesi viðgerð, kann talan vera um ein stóran trupulleika, og hjá viðkomandi kann tørvurin fyri at fáa hesa viðgerð vera ovurhonds stórur, vísir Anne Grethe Mikkelsen á.

Endurskoða viðgerðarháttir
Anne Grethe Mikkelsen ásannar, at verður einki gjørt, so verður játtanin, ið er sett í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár, eisini sprongd. Í ár verða sum nevnt nýttar 80 milliónir krónur á kontoini til serviðgerðir uttanlands ? tað eru 20 milliónir meira enn játtanin á fíggjarlógini. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár eru settar av 70 milliónir krónur til endamálið, og verður einki broytt, so verður eisini neyðugt við eykajáttan næsta ár.
Læknastjórin sigur, at í løtuni verður kannað, hvørjar viðgerðir til ber at flyta úr Danmark til Føroya. Eisini verður kannað, hvørjar kanningar/kontrol eftir viðgerðir kunnu flytast til Føroya. Hetta arbeiði er tó ikki komið so langt enn, at nøkur broyting er á gáttuni.
- Tað er greitt, at skulu vit flyta viðgerðir úr Danmark til Føroya, so skal tað vera tí, at sjúklingurin í øllum føri kann fáa eins góða viðgerð her. At flyta viðgerðir heim krevur serkunnleika og fleiri læknar í Føroyum, men sum kunnugt er trupult at fáa læknar hendavegin. Tí eru hetta ikki broytingar, sum kunnu gerast frá degi til dags, sigur Anne Grethe Mikkelsen.

Útseta viðgerðir
Fyri ikki at spreingja játtanina í ár enn meira, eru læknarnir farnir at spara. Tað merkir, at fólk, ið standa og bíða eftir at sleppa til Danmarkar at fáa viðgerð, mugu vænta at skula bíða enn longri. Anne Grethe Mikkelsen væntar, at meira enn helmingurin av øllum sjúklingum, ið eftir ætlan skuldu fáa viðgerð í Danmark, tað í eftir er av hesum árinum, nú mugu bíða til einaferð næsta ár.
- Yvirlæknarnir fáa javnan boð frá donskum sjúkrahúsum um, at nú er klárt at taka sjúklingar til viðgerðar. Við sparitiltøkunum noyðast vit at endurskoða játtandi svarini um at nú er pláss, ið koma úr Danmark. Vit mugu nú meta um, hvørt nakar vandi er fyri, at heilsustøðan hjá sjúklinginum versnar, um viðkomandi bíðar nakrar mánaðir eftir viðgerð, og síðan boða donsku heilsumyndugleikunum frá, at vit ynskja at bíða við at senda sjúklingin avstað. Væntandi mugu yvir helmingurin av øllum sjúklingum, ið eftir ætlan skuldu fáa viðgerð í ár, nú bíða til næsta ár, sigur Anne Grethe Mikkelsen.
Læknastjórin ásannar, at hetta er ikki nøkur varandi loysn, tí á henda hátt skumpar føroyska heilsuverkið »trupulleikan« frammanfyri sær. Tí sjúklingarnir skulu jú hava viðgerð óansæð, og tí nýta teir bara pengar av játtanini fyri næsta ár, ið sostatt minkar tilsvarandi.