Mugu brynja seg við toli í Klaksvík

Býráðið ætlar at útvega fleiri grundstykki, men enn er ætlanin ikki komin serliga langt

Klaksvíkar Býráð hevur nú sett sjøtul á at útvega fleiri grundstykki í kommununi.

 

Í hesum sambandi hevur kommunan samtykt at fara undir eina útstykking Undir Fossum og tískil hevur býráðið nú samtykt at umsitingin skal ogna sær lendi til ætlanina.

 

Lendið til fyrsta og annað útstykkingarstig verður mett at kosta 5,5 milliónir, og áður hevur kommunan tosað um at útvega sær 36.000 fermetrar til endamálið. Harumframt skulu fimm milliónir játtast til vegir, kloakk og annað, sum hoyrir til

 

Sum tað sær út nú, fer hvørt grundstykki at kosta 450.000.

 

Hetta er annars eitt gamalt mál, tí tað var longu í 2007, at hetta varð tikið upp, men tað datt niðurfyri, tá ið tíðirnar versnaðu. Og síðani hevur ætlanin ligið í eini skuffu, líka til nú, hon verður tikin framaftur.

 

Men tað er samstundis greitt, at tey, sum hava hug á einum grundstykki, mugu brynja seg við toli, tí ongin peningur er settur av til endamálið í ár. Sostatt er útstykkingin ongan veg komin enn, og tað verður ikki fyrrenn næsta ár, at peningur kann setast av til endamálið.

 

Kristian E. Zachariasen, formaður í Umhvørvis- og Býarskipanarnevndin, vísir á, at higartil hava 13 stóðu á bíðilista at fáa grundstykki. Men eina viku seinni, táið tað frættist um hesa útstykkingina, skrivaðu 20 fólk seg á bíðilistan afturat, so at ú standa 33 fólk á bíðilistanum til grundstykki í Klaksvík.

 

Hann sigur eisini, at Undir Fossum eru stórir møguleikar, tí har er pláss fyri einum 80 -100 sethúsum.