Mugu avlýsa túrar vegna skitið vatn

Teistin avlýsir í dag tveir dupulttúrar. Talan er um túrin av Gomlurætt kl. 19.15 og úr Skopun kl. 20.15 og av Gomlurætt kl. 21.00 og úr Skopun kl. 22.30. Tað boðar Strandferðslan frá í dag.


Teistin siglir túrin úr Skopun kl. 18.00 og síðani verður ikki siglt aftur úr Skopun fyrrenn kl. 22:45 og av Gomlurætt kl. 23.15


Upplýst verður, at túrarnir eru avlýstir, tí vatntangarnir verða reinsaðir í Havn og vatn tikið umborð.


- Vanliga verður vatn tikið umborð í Skopunar havn, og hetta varð eisini gjørt fríggjadagin. Men royndir hjá Heilsufrøðilgu Starvsstovuni vístu leygardagin, at E-koli bakteriur vóru í vatninum. Beinanvegin setti Strandferðslan tiltøk í verk, so vatnið ikki varð drukkið umborð. Nú er neyðugt at reinsa tangarnar og fáa nýtt vatn umborð, og tí verða tveir dupulttúrar í dag avlýstir, skrivar Strandferðslan.