Mugu ansa eftir trongum í búskapinum

Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevur nærlistið seinastu frágreiðingina frá Búskaparráðnum, sum m. a. vísir á at neyðugt er at hava eyguni við búskapinum, so at hann trongar koma í. Tá kann avleiðingin vera lønartrýst, meiri prísvøkstur og verri kappingarføri

Fyrr í ár lat Búskaparráðið frá sær eina várfrágreiðing, sum m. a. staðfesti, at føroyski búskapurin er í støðugari framgongd.

Stígur - ella lítil afturgongd - tyktist vera komin í lønargjaldingarnar í fiskivinnuni, men kortini helt búskaparvøksturin samanlagt fram sætta árið á rað.

Ráðið tendraði tí ávaringarljósini og bað politikkararnar ansa eftir, at ikki ov nógv ferð kemur á búskapin, tí tað kann fáa ógvusligar avleiðingar fyri samfelagið.

Í frágreiðingini til løgtingið um fíggjarpolitikk landsins, sigur Karsten Hansen, at Búskaparráðið mælir til, at seta neyðug tiltøk í verk, longu í vár, um tað skuldi hent, at búskaparvøksturin heldur fram við somu ferð.

? Orsøkin er fram um alt trýstið á arbeiðsmarknaðin. Landskassaavlopið er stórt, gjaldsjavnaavlopið tykist at verða óbroytt, og arbeiðsloysið er næstan burtur. Hetta er sjálvandi at fegnast um, men vandi er fyri, at fløskuhálsar eru um at taka seg upp. Avleiðingarnar kunnu verða lønartrýst, meiri prísvøkstur og verri kappingarføri, stendur í frágreiðingini.


Pensjónsskipan

og toygdar íløgur

Mátarnir at tálma búskaparvøkstrinum upp á eru sjálvsagt nógvir, men í fyrsta umfari mælir Búskaparráðið til, at tað almenna bíðar við at gera íløgur, ella í øðrum umfari toyggir tær.

Ein annar møguleiki, sum eisini hevur tálmandi ávirkan er ein kravd pensjónsskipan, meðan tað beinleiðis verður mælt frá at nýta skatta- og avgjaldshækkingar til at tálma búskaparliga vøksturin við.


Leggja

óneyðugt trýst á

Karsten Hansen, landsstýrismaður, sigur í frágreiðingini, at gongdin seinasta árið vísir, at sum støðan er við búskapinum í dag, so vísir gongdin seinasta árið, at sjálvt við lutfalsliga smáum privatum og almennum íløgum, so kemur føroyski arbeiðsmarknaðurin undir trýst.

Tí er neyðugt at arbeiða miðvíst við at skapa rúm í búskapinum. Her kann tað almenna skerja sín eftirspurning, antin við beinleiðis niðurskurði ella við effektiviseringum. Hetta má gerast á ein skipaðan hátt, og tað merkir, at pleniklipparin ikki verður tikin úr skúrinum aftur.

Í komandi bløðum fara vit at hyggja nærri eftir frágreiðingini frá landsstýrismanninum og vit fara eisini at hyggja at teimum tiltøkum, sum búskaparráðið mælir til at brúka.