Mugabe komin til Keypmannahavnar

Zimbabwiski forsetin, Robert Mugabe, er komin á ST-veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn. Undir vanligum umstøðum eigur Mugabe ikki at sleppa til nakað ES-land, men av tí at tað er ST, sum skipar fyri veðurlagsráðstevnuni í Danmark, er støðan ein onnur hesaferð.

Robert Mugabe, sum hevur stýrt Zimbabwe síðani 1980, hevur leingi verið fyri hvøssum atfinningum fyri forfylging og kúgan. Tað hevur millum annað havt við sær, at ES hevur sýtt honum innferðarloyvi, men sum gestur hjá ST hevur hann diplomatiska verju, nú hann er í Danmark.