Mugabe ikki sjúkur

Myndugleikarnir í Zimbabwe avsanna, at landsins forseti, Robert Mugabe, liggur á sjúkrahúsi, soleiðis sum eitt blað í Suðurafrika vildi vera við í gjár.

Sambært The Times bleiv Mugabe fluttur í loyndum til eitt sjúkrahús í Sameindu Arabisku Emiratunum sunnudagin. Blaðið segði seg bert hava fingið at vita, at forsetin var sjúkur, men ikki hvat bagdi honum.

Men sambært zimbabwisku stjónrini eru tíðindini tann beri heilaspuni. Hon sigur, at Robert Mugabe hevur hildið frí í Dubai, og at hann kom heim aftur í gjár.