Um einar tíggju minuttir fer egyptiski forsetin, Hosni Mubarak, at halda røðu í tí almenna sjónvarpinum, og sambært tíðindastovunum fer hann tá at boða frá, at hann leggur frá sær sum forseti.
Eygleiðarar vænta, at varaforsetin, Omar Sileuman, tekur við forsetaembætinum, men teir flestu eru á einum máli um, at í roynd og veru er tað herurin, sum fær valdið ella rættari sagt tekur tað.
Fólk í hundraðtúsundatali eru í kvøld komin á Tahrir-torgið at lurta eftir sjónvarpsrøðuni hjá forsetanum.