Mubarak ikki í lívsvanda longur

Sakførarin hjá fyrrverandi egyptiska forsetanum Hosni Mubarak sigur, at nú hevur hann ikki brúk fyri hjálp til at draga andan.

Mubarak fekk trupulleikar við hjartanum týsdagin, og um kvøldið og dagin eftir vildu fleiri fjølmiðlar vera við, at hann var deyður. Men sambært sakføraranum Farid El Deeb er hann batnaður aftur og er ikki í lívsvanda longur.

Fyri trimum vikum síðani varð Hosni Mubarak dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava givið trygdardeildunum boð um at skjóta eftir mótmælisfólki undir uppreistrinum í fjør.