Í ár vóru tað ikki eins nógv og vanligt, sum tímdu at hyggja eftir MTV Video Music Awards, sum var næstseinasta fríggjadag. Seinastu tvey árini hevur sjónvarpsrásin MTV annars havt havt eina øking í hyggjaratalinum, tá stóra tónleikatiltakið, Video Music Awards, hevur verið.
Men tá MTV VMA var at síggja næsteinasta fríggjadag, hugdu einans 6,1 milliónir eftir stóra tónleikatiltakinum, meðan hetta talið í fjørð var 12,6 milliónir hyggjarar. Sostatt misti tónleikarásin helvtina av hyggjarunum í ár til VMA. Hetta undrar fólkini á MTV, sum høvdu fingið eitt nú Pink, Rihanna og One Direction til at framføra.
Ein orsøk til at hyggjaratalið var so lágt er, at tiltakið bleiv flutt frá at vera sunnudag til ein vikudag. Harafturat kann hugsast, at fleiri hyggjarar hava valt at fylgja við í røðuni hjá Obama, sum bleiv víst í sjónvarpi í sama tíðarbili sum VMA.
Tónleikarásin hevði fingið Pink at framføra nýggjasta hittið Blow Me og Rihanna og One Direction, men hyggjaratalið bleiv allíkavæl óvanliga lágt.
Fleiri av teimum kendu stjørnunum, sum eftir ætlan skuldu vera við til tónleikatiltakið hjá MTV, valdu als ikki at møta upp. Lady Gaga og Britney, sum plaga at vera sonn hyggjaramagnet, vóru ikki at síggja til VMA, hóast tað dúgliga hevði verið lýst við hesum frammmanundan.