Moyes: La Liga er betri enn Premier League

David Moyes valdi Real Sociedad framum ensk Premier League feløg

Hálvt ár eftir hann fekk sekkjin í Manchester United, er skotin David Moyes aftur í starvi, sum høvuðsvenjari. David Moyes skal nú venja Real Sociedad í sponsku La Liga.

 

- Eg havi altíð tráað eftir at gerast høvuðsvenjari hjá einum felagi í útlandinum. Eg havi fingið nógva og góða hvíld, og nú er tíðin búgvin at taka við nýggjum avbjóðingum, segði David Moyes við miðlafólk, tá hann ígjár alment tók við sum høvuðsvenjari hjá Real Sociedad.

 

- Eg var ongantíð í iva um, at eg vildi royna meg aftur, sum venjara. Eg fekk fleiri tilboð um at venja eitt felag í Premier League, men nú fekk eg so møguleikan at venja eitt felag í La Liga. Sjálvur haldi eg, at La Liga er á hægri støði enn Premier League, orsaka av leikligu dygdunum hjá liðunum í La Liga. Tit kunnu bara hyggja eftir úrslitunum hjá teimum sponsku liðunum í Champions League, segði David Moyes við miðlafólk ígjár. 

 

David Moyes hevur gjørt ein 18 mánaðar sáttmála við Real Sociedad.