Mowi søkir alara til Sandsvág
Dugir tú at ala? Mowi søkir alara til Sandsvág
Sum alari á Sandsvág gerst tú partur av einum toymi av alarum, ið tryggjar, at alibrúkið til eina og hvørja tíð er klárt at ala dygdargóðan laks. Tað hevur stóran týdning, at fiskavælferðin altíð er í hásæti.
Uppgávur
Týdningarmesta uppgávan er at røkta laksin, og vera við frá útsetan til tøku. Endamálið er at tryggja góða fiskavælferð, og verður hetta gjørt við at halda alibrúk, tað eru ringar, nótir o.a., í so góðum standi sum gjørligt.
Førleikar
Sum starvsfelagi ert tú røsk/raskur, tú dugir at skipa dagliga arbeiðið og dámar at samstarva í smærri toymum. Eisini ynskja vit, at tú leggur dent á at skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi, har tú starvast.
Vit vænta, at tú hevur hegni til røkt og framleiðslu av laksi, so tú hevur royndir við teimum amboðum, sum verða nýtt á einum aliøki, so sum bátar, kranar o.a.
Starvið
Starvsstaðurin er á Sandi, og arbeiðstíðin er vanliga frá 8-16. Til tíðir eru skeivar arbeiðstíðir og langir arbeiðsdagar. Vit vænta tí, at tú ert fleksibul viðvíkjandi arbeiðstíð. Nýggi tunnilin ger, at tað tekur bert 15 minuttir til og frá høvuðsstaðnum. Lønin verður ásett eftir avtalu.
Vilt tú vita meira, so set teg í samband við Jógvan Egholm, aliformannin, á telefon 791061 ella send ein teldupost til jogvan.egholm@mowi.com.
Umsóknir skulu sendast til starv.faroes@mowi.com, og freistin at søkja er 01.12.2025.
—
Mowi er heimsins størsta alifelag við virksemi um allan heim. Framleiðslan hjá Mowi í Føroyum er áleið 10.000 tons av alilaksi um árið. Felagið hevur eina smoltstøð á Hellunum umframt 3 aliøki á sjónum – ávikavist í Oyndarfirði, Haldórsvík og á Sandi. Kryvjivirkið er á Strondum. Umleið 80 fólk starvast hjá Mowi í Føroyum.










