Mourits Sørensen 100 ár

Mánadagin 2. juni verður Mourits Sørensen, ættaður av Kirkju, búsitandi í Klaksvík 100 ár, og fara vit at senda hesum merkismanni eina heilsan

Mourits er sonur Sunnevu, ættað úr Kelduhúsunum í Hattarvík, og Søren Pram Zachariassen av Kirkju.

Tey vóru átta systkin Zacharias f. 1894, Sigga f. 1897, Signa f. 1899, Líggjas f. 1902, Eliesar f. 1905, Mourits f. 1908, Pætur Franklin f. 1910 og Betta f. 1911.

Nú er Mourits einsamallur eftir, men fleiri av beiggjunum blivu heilt gamlir. Eliesar fór til gravar sjálvan 100 ára føðingardagin og Pætur Franklin gjørdist fleiri og 90 ár.

Tað eru kanska fleiri, sum minnast frá sjónvarpinum, tá ið íslendski forsetin var á vitjan í Føroyum, og hann í Klaksvík fekk høvi at heilsa uppá hesar gomlu garvaðu fiskimenninir, sum í mong ár troyttu grunnarnar undir Íslandi.

Kirkja og Fugloy var nakað heilt annað í teirra ungdómi, enn hon er í dag. Tá treyt ikki lív í oynni. Fólkatalið bert á Kirkju var yvir 100, og her var nóg mikið at takast við av tí, sum var vanligt tá á døgum. Tað var við fiskiskapi, útróðri, handlum og øllum, sum hoyrdi landbúnaðinum til. Tað vóru tveir handlar, sum tóku ímóti fiski. Pápi Mourits átti annar teirra. Har var livur tikin, eins og sundmagar úr fiski vóru virkaðir til útflutnings. Hetta sum vit bert tosa um nú 100 ár seinni.


Førningurin góður


Men hinvegin kann ein illa hugsa sær tann stóra mun, sum var á tilveruni á Kirkju tá og lívinum í meginøkinum í dag.

Eitt var, at tey skuldu skera torv eins og aðra staðni. Men í Fugloy skuldu tey við báti yvir til Svínoyar at útvega torv, tí torvið í Fugloy var so vánaligt.

Hjá teimum var tað eisini eitt stórt framstig at fáa telefon. Men í fyrsta umfari kom hon ikki longur enn til Svínoyar. Tá var tað eisini roknað sum eitt framstig hjá fugloyingum at kunnu rógva til Svínoyar at ringja, tá ið tørvur var á tí!

Førningurin var góður. Abbin var Zacharias Michelsen, sum gekk í skúla í Havn. Hansara framúr ummæli prýðir permuna til Tórshavnar Skúlasøgu. Hann fek ug, hægsta karakter, í øllum lærigreinum.

Lærari á Kirkju var Símun Mikael Zachariassen, pápabeiggi Mourits. Hann var ein av okkara fremstu mentamonnum, og frá honum eru eisini komnir nógvir úrmælingar. Dømi eru Louis, Símun Petur og Jógvan Zachariassen.


Til skips


Mourits fór fyrsta túrin til skips 14 ára gamal við Ternuni við Sámal í Hvannasundi. Her sigldu fleiri fugloyingar. Millum hesar vóru beiggjar hansara Eliesar og Pætur Franklin. Teimum dámdu sera væl, og Hvannasundsmenninir vóru kendir sum hampamenn at sigla hjá. Tí sigldu menn eisini leingi hjá teimum. Ternan var deyðsiglari, hevði ikki motor ella nakran hentleika.

Árini eftir var Mourits eisini til fiskiskap við skipum hjá teimum í Hvannasundi. Seinni fór hann við skipum, sum brøðurnir hjá honum, Líggjas og Eliesar, førdu. Í 1933 fór Mourits við Carlton við Richard Jacobsen sum skipara, og var hann við skipum, sum Richard førdi, til nakað eftir kríggið. Hesi vóru umframt Carlton, Viðoy og Polarfari. Tá ið Richard fór av Viðoynni varð Esmar, bróðir hansara, skipari, og var Mourits við honum í eini fimm ár. Oftast var hann lastamaður umborð á skipunum, hann var við.

Aftaná at Mourits var farin av Viðoynni, var hann til fiskiskap við ymiskum skipum, og hann endaði skipslívið við flakatrolaranum Stellu Karinu, tá ið hesin kom heim aftur av túri móti jólum í 1972.

Stella Karina var tá roknað fyri at vera eitt sera framkomið skip. Tískil kom Mourits at uppliva stóran part av teirri menning, sum fiskimonnum hevur verið fyri seinastu øld.

Heima millum túrar og eisini aftaná, at hann var uppilagstur, arbeiddi Mourits ymiskt fyrifallandi arbeiði í Fugloy. Av stórum arbeiði var tað nýggja lendingin á Kirkju og seinnu árini fyri ein stóran part vegarbeiði. Tað seinasta lønandi arbeiði hann gjørdi var í 1990, tá ið hann var arbeiðsformaður, tá ið samskiftiskáplar vórðu lagdir niðan á Klubban í Fugloy. Sólbjørn Jacobsen, táverandi stjóri á telefonverkinum, tekur til, hvussu óført hetta var av manni, sum tá táttaði í 80 ár.


Kundi eins væl verið farin á sjónum


Mourits hevur sum allir okkara fiskimenn mangan brattan farið á sjónum, og skal greiðast frá onkrum tilburði, tá ið tað rættuliga stóð á.

Líggjas, beiggi Mourits, átti skonnartina ”Karin”. Hann var sjálvur skipari, og teir vóru á veg heim úr Grønlandi í 1934, tá teir vóru fyri einum skaðatilburði.

Veðrið var ringt, og teir roknaðu við ódnarveðri. Teir, sum vóru á vakt, fingust við at lækka seglini.

Brádliga merktist á skipinum, at tað fekk ein sjógv. Hans Jakku Hansen av Norðoyri, sum lá í koyggjuni, men var vakin, sær tá, at svágurin, Jákup Matras eisini av Norðoyri, leypur av koyggjuni og fer við ferð í berum undirbuksum upp ígjøgnum leidaran og uppá dekkið og fram á bógvin. Hann toyggir seg, so langt hann røkkur út um lúnningina og fær í hondina á Mouritsi - uttanborðs! Róp kom so í, at maður var farin fyri borð, og straks vóru allir menn á dekkinum. Teir fingu eina lissu um Mourits og fingu drigið hann inn um aftur.

Hans Jakku spyr aftaná Jákup, hvussu tað bar til, at hann soleiðis knappliga leyp av koyggjuni og rann fram á bógvin júst har, sum Mourits var uttanborðs og fekk bjargað honum. Jákup segði, at tað var eins og onkur segði við seg, at hann skuldi fara!


Stúvlin bjargaði honum


Mourits soleiðis frá, hvussu hann upplivdi hendan tilburðin:


Hann øtlaði veðrið, og teir roknaðu við ódn. Teir, sum vóru á vakt, fingust við at lækka seglini fyri at kunna leggja hana uppí. Bara Líggjas og Mourits vóru har frammi á dekkinum. Mourits fór fram í stýriborð og Líggjas í bakborð.

Sum vanligt var á skonnartunum stakk eitt langt sprit fram úr skipinum. Mourits var komin heilt fram ímóti stevninum og stóð og toygdi seg útum at surra forseglini. Tá var tað, at tann stóri sjógvurin breyt, og alt í einum var Mourits leysur av skipinum og kundi sjálvur einki ávirka tað, sum síðani hendi.

So brádliga kendi hann, at annað beinið varð kílað fast, har stákið frá spritinum var fest í skipssíðuna niðarlaga á bógvnum. Hann minnist, at hann var í einum serligum leðurstyvlum við hørðum halum. Í hesi merkiligu støðu stóð hann so eina løtu. Hann minnist, at hann kendi seg tryggan.

Líggjas sá bara - tá sjógvurin var av - at Mourits var horvin, og hann ivaðist ikki í, at hann var farin í havið.

So er tað, at Jákup er uppi yvir Mouritsi og toyggir seg so langt, at hann fær í hondina á honum. Róp kom í, og skjótt komu aðrir til og kastaðu eina lissu um Mourits og drógu hann upp á dekkið.

Mourits var í bestu árum og kimiligur maður, men aftaná kendi hann seg ússaligan og illa til passar. Hann var tá leiddur aftur í skiparakahúttina og ballaður í koyggjuna hjá skiparanum. Men hann fekk einki varandi mein av hesum.


Tvær ferðir deyðadømdur


Tá hann var liðugur at greiða frá, skoytti hann uppí:

"Tvær ferðir í mínum langa lívi á sjónum var eg deyðadømdur, men kom kortini frá tí við lívinum. Hetta var fyrru ferð. Hinaferð var árið eftir við Carlton, tá ið Pætur Franklin, bróður, gjørdi hitt stóra bragdið og bjargaði okkum."

Søgan er tann, at Carlton fekk ein stóran sjógv, har alt brotnaði á dekkinum. Nógvur sjógvur kom niður í lugarið. Skipið legði seg eisini nógv á liðuna. Manningin hevði mist tamarhaldið á skipinum.

Pætur Franklin varð inntørnaður, men leyp upp. Hann sá, at tað sum skuldi til var at fáa fokkuna, sum var niðurdottin, upp aftur. Tað er ein longri søgu um, hvussu Pætur Franklin greiddi hetta, og semja var um, at hetta bjargaði teimum frá at ganga burtur hesa ferð.

Tá ið Mourits nú tekur samanum, sigur hann, at hann hevur havt eitt gott lív.


Búði alla sína tíð á Kirkju


Mourits búði alla sína tíð í heimbygdini, úti á Kirkju, til hann fyri nøkrum fáum árum síðani flutti inn á Vistarheimið í Klaksvík, har eisini bróður hansara, Pætur Franklin, búði, inntil hann doyði fyri nøkrum árum síðani

Mourist giftist 19. juli 1942 við Kristionnu Rasmussen av Kirkju, og búsettust tey á Kirkju. Kristianna, fødd í 1912 á Kirkju, var dóttir Pól Rasmussen norði í Stovu,

kallaður Pól har Norði á Kirkju og Katrinu Mariu, f. Gullaksen úr Uppistovu í Hattarvík. Tey fingu børnini Katrin, f. 1942, Sunnivu, f. 1945 og Pól, f. 1950.

Langabbabørnini hjá Mourits eru átta í tali.

Kristianna doyði í 1987, og Mourits búði einsamallur heima, til hann á heysti í 1998 flutti á Norðoya Ellis- og vistarheim.

Mourits hevur verið ein av teimum, sum hevur lagt lunnar undir samfelagið, og hetta eigur hann at verða takkaður fyri.

Ynskt verður honum hjartaliga tillukku við hesum stóra degnum.


ó.