Mourinho vil einki siga

José Mourinho er ein kroystur maður, eftir at Chelsea í dag tapti 3-1 fyri Liverpool

Tað eru krepputekin í Chelsea í løtuni. Liðið leggur stutt frá niðurflytingarstrikuni, og í dag tapti Chelsea 3-1 fyri Liverpool á heimavølli.

 

Les eisini:Eva stevnir Chelsea

 

Eftir dystin vótu øll eygu á litríka Chelsea venjaranum, José Mourinho, sum fleiri væntað er ferdigur í felagnum.

 

- Eg havi einki at siga. Eg havi einki at siga. Eg havi einki at siga

 

Soleiðis svaraði José Mourinho at kalla hvørja ferð, hann bleiv spurdur um bæði dystin og støðuna í felagnum.

 

Les eisini:Ringasta byrjanin hjá einum meistara

 

Chelsea kom annars á odda tíðliga í dystinum í dag, men síðani mistu teir tamarhaldið og taptu 3-1. Viðmerkjarar eru á einum máli um, at Chelsea liðið í dag vísti stór tekin um eitt lið í kreppu.

 

Fyribils er José Mourinho framvegis venjari hjá Chelsea – spurningurin er so um tað stendur við leingi afturat, um ikki úrslitini broytast.

 

Premier League:

Chelsea - Liverpool 1-3 (1-1)

1-0 Ramires, 4

1-1 Coutinho, 45+2

1-2 Coutinho, 74

1-3 Christian Benteke, 83