Mourinho skal venja Tottenham

José Mourinho hevur skrivað undir sáttmála við Tottenham, sum gongur fram til summarið 2023.

Vældámdi José Mourinho skal vera venjari í Premier League-felagnum Tottenham.

Tað upplýsir London-felagið á heimsíðu síni í morgun.

Tottenham koyrdi í gjár venjaran Mauricio Pochettino eftir eina tíð við skuffandi úrslitum, og tá fór sum rótasúpan í enskum miðlum, at José Mourinho skuldi taka yvir starvið.

Mourinho er settur í starv sum head coach og hevur skrivað undir ein sáttmála, sum gongur fram til summarið 2023, verður sagt úr felagnum, sum millum annað hevur danska Christian Eriksen á liðnum.

 

/ritzau/