Mourinho: Rooney verður verandi

Fjølmiðlarnir í Onglandi eru farnir í sjálvsving og hava langt síðani selt Wayne Rooney til Real Madrid. Sir Alex og Rooney kunnu ikki semjast fyri tíðina og tað hava fjølmiðlarnir fingið til, at Rooney er á veg vekk úr Manchester United. Bæði veddingarfyritøkur og fjølmiðlarnir hava Real Madrid sum favoritt at fara við Rooney. Venjarin hjá Real Madrid er tó ikki heilt samdur.

 

- Eg vænti ikki Rooney verður tøkur at keypa. Eg vænti at Sir Alex megnar at yvirtala hann til at blíva verandi í Manchester United, segði José Mourinho á einum tíðindafundi hjá Real Madrid undan Champions League dystinum ímóti AC Milan.

 

Taå skrivar heimasíðan hjá ESPN, soccernet.com.