Tað hevur leingi ligið á ljóði, at Jose Mourinho vendur aftur til Stamford Bridge og Chelsea, og nú skrivar týska Bild, at hann longu í februar gjørdi sáttmála við Chelsea.
Sama týska blaðið skrivar í dag, at eisini columbianski áleyparin, Radamel Falcao úr Atletico Madrid, fylgir við til Chelsea.
Kostnaðurin fyri Falcao skal ljóða upp á 450 milliónir krónur, men tað stendur einki um, at belgiski málverjin hjá Chelsea, Thibout Courtain, skal ganga inn í handilin mótsettan veg.
Tað tykist eisini greitt, at Andre Schürrle skiftir frá Leverkusen til Chelsea.
Tað var Bild, sum vórðu fyrstir at kunngera, at Mario Götze skifti frá Dortmund til Bayern München.