Roman Abramovich, eigari av enska felagnum Chelsea, og venjarin Jose Mourinho hava ikki sitið væl um sátt seinasta árið. Nú skulu teir báðir hava slættað sjógvin á einum fundi, sum varð hildin um vikuskiftið. Fleiri ferðir hava tíðindi gingið í enskum miðlum um, at Mourinho fór at fáa sekkin, men hetta er ikki blivið til nakað, og tað verður tann framligi portugisiski venjarin, sum skal standa á odda fyri Chelsea í næsta kappingarári.









