Mourinho keypir nýggjan álopsspælara í januar

Venjarin hjá Chelsea metir, at álopið hjá Chelsea fær ov lítið burturúr

José Mourinho, venjari hjá Chelsea hevur fingið grønt ljós frá eigaranum av felagnum, Roman Abramovich at keypa ein nýggjan álopsspælara til felagið, tá flytingarvindeygað letur upp aftur í januar. 

 

Tað er ikki ov lítið sagt, at Fernando Torres, Samuel Eto'o og Demba Ba hava ikki sligið til í álopinum hjá Chelsea. Teir hava bert skotið tvey mál 10 tey fyrstu umførini, og nú vil José Mourinho hava ein nýggjan álopsspælara. Chelsea tapti í vikuskiftinum 2-0 ímóti Newcastle, og liggur sum nummar tvey í Premier League, fimm stig aftanfyri Arsenal, sum liggur á odda.