Ígjár spældu AC Milan og Real Madrid javnleik 2-2 í Champions League bólkaspælinum. Dysturin var spældur á San Siro leikvøllinum í Milano.
Seinasta hálva tíman av dystinum skoraði gamli málrevurin, Filippo Inzaghi tvær ferðir fyri AC Milan, áðrenn Pedro í yvirtíðini bjargaði Real Madrid tað eina stigið.
Venjarin hjá Real Madrid, Jose Mourinho er ikki í iva um, at tað seinna málið hjá Inzaghi var offside. - Seinna málið var heilt klárt offside, men tað er ikki altíð, at linjudómarnir síggja alt tað sum fer fram, tíverri, staðfesti Mourinho aftaná dystin.
Annars var portugisiski meistaravenjarin nøgdur: - Talan var um ein framúrskarandi dyst. Tað eina liðið spældi framúrskarandi, og hitt vildi ikki geva upp, segði Mourinhi við sjónvarpsrásina TV3 + aftaná dystin. Tað einu løtuna sá tað út til at ganga okkara veg, men so vendi alt. Men tað seina útjavnandi málið hjá okkum ger, at vit hóast alt eru nøgdir við at fáa ein javnleik. Javnleikurin var eisini væl uppiborin, segði ein avgjørdur Mourinho.
Javnleikurin førir Real Madrid uppá 10 stig í bólki G, og eru teir fimm stig frammanfyri nummar tvey, sum er AC Milan. Ajax hevur fýra stig, meðan Auxerre hevur trý stig. Real Madrid hevur harvið tryggjað sær víðari luttøku í Champions League kappingini.