Sky Sports skrivar í morgun, at navnframi venjarin hjá Tottenham, Jose Mourinho, hevur fingið fótin.
Tað hevur gingið illa hjá Tottenham í ár, og í løtuni er liðið nummar sjey í Premier League, og útlitini fyri at røkka Champions League eru ikki góð.
Liðið er tó komið í Carabao Cup finaluna, sum verður leikt komandi vikuskifti, men tað verður so við einum øðrum venjara við róðrið. Hvør tað verður, er ikki meldað út enn.