Tað var í portugisiska felagnum, FC Porto, at José Mourinho av álvara slerdi sítt navn fast í heimsfótbólti. FC Porto vann í 2004 óvæntað Champions League kappingina við José Mourinho sum venjara.
Árið eftir gjørdist José Mourinho venjari hjá enska felagnum, Chelsea FC, og rest er søga.
José Mourinho telist nú millum heimsins bestu venjarar, og hevur umframt at vant FC Porto og Chelsea, eisini verið venjari hjá italska felagnum, Inter, og spanska felagnum, Real Madrid.
José Mourinho vendir í kvøld aftur til sín gamla heimavøll, tá núverandi felagið hjá honum, Chelsea, skal spæla ímóti FC Porto í Champions League.
Chelsea er oddalið í sínum bólki, meðan FC Porto í fyrsta dystinum spældi 2-2 javnleik ímóti Dinamo Kiev.
Einasti leikari, ið við vissu ikki er við á Chelsea liðnum í kvøld er málverjin, Thibaut Courtouis, ið er úti í longri tíð við skaða.
Av øðrum dystum í kvøld, er dysturin hjá FC Barcelona eisini áhugaverdur. Serliga tí at stóra stjørnan á liðnum, Lionel Messi, er úti við skaða. Hann verður væntandi avloystur av stórtalentinum, Munir El Haddadi.
Allir dystirnir í Champions League kappingini í kvøld byrja klokkan 19:45.
Dystir í kvøld:
Bólkur A:
BATE Borisov-Roma
Barcelona-Bayer Leverkusen (Vístur á Tv3+)
Bólkur B:
Arsenal-Olympiakos (Vístur á Tv3Sport1)
Bayern Munchen-Dinamo Zagreb (Vístur á Tv3Sport2)
Bólkur C:
FC Porto-Chelsea
Maccabi Tel Aviv-Dinamo Kiev
Bólkur D:
Lyon-Valencia
Zenit Skt. Pætursborg-Gent










