Móttøka í Sandoynni

Tá røktarheimið á Sandi og sambýlið í Skálavík, vórðu upplatin mikudagin, helt Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður røðu, sum vit prenta her

Aftaná tógvið stríð hava vit tað gleði at standa her í dag, har vit alment taka í nýtslu hetta heim, sum er tað fyrsta av teimum trimum eindunum, sum ætlanin er at lata upp her á Sandoynni.

Sermerkt fyri okkum føroyingar er tíbetur framvegis sterk familju og vinabond, og kenslan av sínámillum ábyrgd fyri trivnaði og røkt. Sínamillum ábyrgd í familjuni, millum einstaklingar og millum ættarliðini.

Hesi bond, sum eru ríkandi fyri tann einstaka, bæði tann sum gevur og tann sum fær, og sum lætta um skylduna hjá tí almenna, hesi bond varðveita vit best, um okkara eldru og okkara gomlu sleppa at búleikast í heimligum umhvørvi so leingi sum møguligt. At flyta eldri fólk eitt nú av Sandoynni er sjálvsagt sum at skrykkja fólk upp við rót.

Fyri 6 árum síðani kom sambýli í Húsavík. Meiningin var, at hetta bert skuldi verða ein fyribilsloysn í eitt ár, til ein felags loysn skuldi finnast fyri alla Sandoynna.

Í Sandoynni hava tríggjar eindir síðani á vári 1993 staðið klárar at taka í nýtslu, hóast tørvurin innan eldrarøkt í Sandoynni leingi hevur verið eyðsýndur.

Við hesi skipan, sum nú er farið undir her á Sandoynni, verður brotið upp úr nýggjum. Hetta er ein serstøk og øðrvísi skipan enn eldrarøktin aðrastaðni í landinum. Talan er sostatt um ein alternativan rakstrarhátt og tað er við stórum spenningi vit bíða eftir, hvussu hetta fer at roynast.

Fyri at fáa best møguliga tænastustøði innan givnar játtanarkarmar, tá ið hugsað verður um eldrarøkt í einum ávísum øki í landinum, er ætlanin við hesi royndarskipan at skapa møguleikar fyri plássi á røktarheimi og í eldrasambýli, saman við heimarøktarvirkseminum undir eini og somu skipan.

Afturat hesum er ynskiligt at kunna seta døgnrøkt á stovn fyri heimabúgvandi. Uppgávan hjá skipanini vil soleiðis verða til eina og hvørja tíð, at lúka tørvin fyri eldrarøkt best møguligt innan játtanarkarmin.

Eindin heima á Sandi verður røktarheim, meðan eindirnar í Skálavík og í Skopun verða nýttar til eldrasambýlir.

Royndarskipanin er skipað í eitt økið undir einum leiðara, sum hevur dagligu ábyrgdina av rakstrinum av eldrarøktini í oynni. Royndartiltakið er sostatt landsstovnur.

Henda royndarskipan skapar góðar møguleikar fyri, at fáa eftirkannað fyrimunir og vansar og fáa innvunnið royndir innihaldsliga eins væl og fíggjarliga, av eini tílíkari samskipaðari eldrarøkt í einum vælavmarkaðum øki sum Sandoyggin.

Í samband við byggingina av røktar- og ellisheiminum í Sandoynni hevur landskassin rindað síni 90% av kostnaðinum í stuðli, men kommunurnar hava so at siga goldið restina. Rakstrarútreiðslurnar verða goldnar av landinum og kommununum.

Sum nakað nýtt varðveita búfólkini sum flyta inn á røktarheimið eins og í eldrasambýlini pensiónina og gjalda eina ávísa upphædd fyri at búgva á heiminum, og hervið verða almennu og kommunalu rakstrarútreiðslurnar eisini tað minni.

Tá ið henda royndarskipan er av í ár 2001, má støða takast til um hetta skal halda áfram, um tað skulu gerast broytingar ella tillaðingar, um vit mugu finna uppá nakað nýtt ella um verandi eldrarøktarskipan sum nýtt verður kring landið, eisini er best egnaða skipanin her í oynni.

Sjálvt um røktarheimið ikki hevur opið í meir enn nakrar mánaðar, tykist henda royndarskipan at virka væl.

Vit kunnu eisini gleðast um at sambýli í Skálavík skal lata upp ein av fyrstu døgunum.

Eg vil hervið sum umboð fyri tað almenna takka fyri at vit vórðu boðin at koma higar í dag, og ynskja vit búfólki, starvsfólki og sambýlinum góðan byr framyvir.