Í gjár var móttøka á Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn, nú spildurnýggi Sóljubussurin varð tikin í nýtslu.
Í fleiri ár hava tey savnað pengar til bussin.
– Nógv hava givið sítt íkast til bussin, og eg eri sera fegin um, at Fólkatingið játtaði teir írestandi pengarnar, soleiðis at sjúklingar og teirra avvarðandi aftur sleppa á sóljuútferðir, skrivar Sólbjørn Thomsen, sum er formaður í Trivnaðargrunninum fyri Sjúklingahotellið Tórshavn.
Á móttøkuni bjóðaði Sólbjørn Thomsen vælkomin og handaði Heðin Kjelnæs lyklarnar til bussin.
Har vóru tónleikaframførslur við Páll Sòlstein og Ernst Sondum Dalsgarð og Stanley Samuelsen.
Lene Halling, leiðari á sjúklingahotellinum, Edmund Joense, fólkatingslimur og Steinar Eirikstoft, stjóri á Landssjúkrahúsinum, søgdu nøkur orð.
Øssur Berghamar endaði løtuni við um orði – og við tónleiki frá umboðum fyri Kristnastovu.
Sólbjørn Thomsen hevur sent okkum myndirnar frá móttøkuni.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##
##med16##





























