Móttøka fyri nýbygningi í Klaksvík í morgin

Sjálvt í Klaksvík - okkara fiskivinnuhøvuðsstaði - er langt ímillum nýbygningarnar, men í morgin kemur Christian í Grótinum.

Tað verður ein stór løta í Klaksvík í morgin, tá Christian í Grótinum kemur. Mynd: Dávur Winther.

Tað verður stórur dagur í Klaksvík í morgin, tá nýggja uppsjóvarskipið Christian í Grótinum kemur.

 

Skipið, sum er 90 metrar langt og út við 18 metrar breitt, er bygt á Karstensens Skibsværft A/S í Skagen.

 

Seinnapartin sunnudagin fór Christian í Grótinum úr Skagen, og klokkan 16 í morgin verður móttøka á bryggjuni í Klaksvík.

 

Tað var Tina Rasmussen, kona skiparan, sum gav skipinum navn, og í hesum sambandi var hátíðarløta í Skagen.

 

Skipari á veg heim við nýggjasta skipinum í føroyska fiskiskipaflotanum er Bogi Rasmussen, sum eisini er ein av eigarunum. 

 

Sum skilst, arga veðurvánirnar fyri morgindagin, og nú er endalig avgerð tikin um, at móttøkan verður klokkan 16 - og ikki klokkan 14.

 

Jón Rasmussen, sum er skipari á Norðborg, sigur við In.fo, at øll eru hjartaliga vælkomin umborð á nýggja skipið, og her verða ongar avmarkingar.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Tað verður ein stór løta í Klaksvík í morgin, tá Christian í Grótinum kemur. Mynd: Dávur Winther.

Her fer Christian í Grótinum flaggskríddur út eftir vágni í Skagen.