Í samband við, at trolarin Fram, sum P/F Jókin hevur keypt úr Írlandi, kemur á Vestnanna í morgin, sunnudagin 15. juni klokkan 15, verður bjóðað til móttøku í kantinuni á fiskavirkinum.
- Høvið verður eisini at síggja skipið, og øll eru hjartaliga vælkomin, siga eigararnir.
Trolarin, sum er keyptur fyri Gullberg, sum sakk á fiskileið í fjør summar, er smíðaður í 1989.
Seinastu vikurnar hevur Fram verið á beding í Skotlandi, har skipið er málað, og ymiskt viðlíkahald er gjørt.
Tað verður hvalbingurin, Mikkjal Hammer, sum verður skipari á Fram, ið hevur kølitangar og ikki frystilast, eins og Sjagaklettur hevði.










