Mótstøðulið hjá Føroyum hevur spælt tríggjar venjingardystir

Í mars spæla Føroyar tveir EM-undankappingardystir móti Niðurlondum

Kay Smits er stórleikarin hjá Niðurlondum

12. mars á heimavølli við Tjarnir, og 16. mars á útivølli spælir føroyska manslandsliðið í hondbólti EM-undankappingardystir móti Niðurlondum.

 

Niðurlond skulu eisini kappast í HM-endaspælinum, ið byrjar 14. januar.

 

Undanfarnu dagarnar hava niðurlendingar spælt tríggjar venjingardystir.

 

Niðurlond vunnu í tí fyrsta dystinum 36-24 (17-9) á Kosovo, ið eisini er í okkara EM-undanbólki. Í øðrum dystinum vunnu niðurlendingar 31-26 (16-12) á Italia. Triðja dystin taptu niðurlendingar tepurt 33-34 (16-16) fyri Sveis.

 

Til HM-endaspælið eru Niðurlond í innleiðandi bólki D saman við Norðurmakedonia, Ungarn og Guinea.

 

 

 

Kay Smits er stórleikarin hjá Niðurlondum