Leygardagin komandi verður MC-Boogie, sum Føroya Ellisakfør skipar fyri.
Tað er Føroya Ellisakfør, sum skipar fyri MC Boogie – og tað merkir, at tá fara rættiliga nógvar motorsúkklur saman út at koyra.
Tey byrja við felagshølið hjá Føroya Ellisakførum yviri við Strond klokkan 12.30. Tey siga, at tey koyra stundisliga klokkan 13. Málið er vindmyllurnar úti á Eystnesi. Men tey steðga á við Streymin, har uppsamling av møguligum øðrum súkklum verður.
Síðan verður koyrt gjøgnum bygdirnar Norðskála og Svínáir norður til Eiðis, har koyrt verður kring um í bygdini, fyri síðan at fara norður um Eiðisskarð – um viðrar – og higani út til vindmyllurnar á Eystnesi.
Túrurin endar við Fast handilin hjá EFFO í Rúnavík, har bjóðað verður okkurt til matna.