Motorsúkkla stolin í Havn

Motorsúkkla stolin í Havnini, og seks førarar skulu upp til nýggja koyriroynd. Eftir at løgreglan tók fart í norðara parti av Streymoynni.

Tíðliga sunnumorgunin fekk løgreglustøðin í Havn fráboðan um, at ein Motorsúkkla, av slagnum Kawasaki, var stolin. Hetta henda í Havnini. Og løgreglustøðin fór beinanvegin at leita. Vit frætta frá teimum, at súkklan ikki er komin afturíaftur enn.
 
Seks førarar upp til nýggja koyriroynd
 
Um vikuskiftið tók løgreglan eisini fart í norðara parti av Streymoynni, og hetta kom at kosta onkrum dýrt. Fríggjadagin millum klokkan 16.30 og 17.30 stóðu teir í Kollafirði, har fýra førarar vóru steðgaðir, tí teir koyrdu omanfyri 110 km/t.
Sunnudagin var túrurin so komin til Streymnes, og her steðgaði løgreglan tveimum førarum, sum koyrdu ávíkavist 113 km/t og 122 km/t.
Hesir seks førarar skulu nú allir upp til nýggja koyriroynd í nærmastu framtíð.