Mótmælisódn: Fáa tríggjar teldupostar um minuttin

Danskir politikarar verða í løtuni undirdíktir í illum mótmælisbrøv um grindadrápið í Føroyum

Seinastu vikuna hevur Sea Shepherd felagsskapurin veruliga vent sínari vreiði ímóti donskum myndugleikum og politikarum. Sea Shepherd førir fram, at Danmark er veruligi skurkurin, tí landið loyvir Føroyum at drepa grind.

Stuðlar hjá Sea Shepherd undirdíkja í løtuni danskar politikarar við illum mótmælisbrøvum um grindadrápið í Føroyum.

Mette Gjerskov, sum umboðar danska Javnaðarflokkin, skrivar í kvøld á Twitter, at hon í løtuni fær tríggjar teldupostar um minuttin, sum snúgva seg um grindadrápið.

- Halda tey veruliga, at tað hendir annað, enn at eg verði irriterað, skrivar hon um Sea Shepherds viðhaldsfólkini.

Floksfelagin Trine Bramsen tekur undir við henni:

- Eg steðgaði at svara, tá ið eg fekk teldupost nummar 1400, sigur hon.

Higartil hava allir danskir politikarar, sum hava úttalað seg um ágangin frá Sea Shepherd, sagt, at teir annaðhvørt stuðla grindadrápinum ella ikki ætla sær at blanda seg upp í tað.