Mótmælisgonga móti grindadrápi í Berlin

12. juli verður mótmælisgonga móti grindadrápi frá donsku ambassaduni í Berlin til Brandenburger Torg

Øsingin mótvegis grindadrápi breiðir seg, og tað er ikki bara í Føroyum, at tað verður mótmælt grindadrápi.

 

Tann 12. juli 2014 verður mótmælisgonga frá donsku ambassaduni í Berlin til Brandenburger Torg.

 

Higartil hava 529 sagt seg vilja luttaka á facebook, meðan 279 hava sagt, at tey møguliga koma.

 

Í frágreiðingini á facebook stendir millum annað, at føroysk skúlabørn fáa frí fyri at luttaka í "hvalamassakrum", og at tað er forboði at veiða hval, men at føroyingar drepa grind og delfinir kortini, við tí grundgeving, at tað er gomul siðvenja.

 

Fyrireikararnir av mótmælisgonguni kalla seg "Aktion Fair Play Berlin", men greinin á facebook vísir til Sea Sheperd og Paul Watson, og hansara virki í millum annað Japan.