Mótmælisgónga á gøtunum í Keypmannahavn: “Nei til læknafrøðiligt einaveldi”

Í sterku sólini, mitt í Keypmannahavn, kom ein flokkur av fólki gangandi við skeltum, donskum fløggum og tónleiki. Talan var um eina mótmælisgongu, ið ger upp við tað, ið tey meta vera læknafrøðiligt einaveldi

Í sterku sólini, mitt í Keypmannahavn, kom ein flokkur av fólki gangandi við skeltum, donskum fløggum og tónleiki. Talan var um eina mótmælisgongu, ið virkar sum ein uppgerð mótvegis tí , ið tey meta vera læknafrøðiligt einaveldi. Slagorðini vístu ikki á nakað ávíst dømi, men hugsast kann, at sipað verður til koppseting móti koronu og tær samfelagsligu broytingar, ið smittan hevur borið við sær. Á skeltunum stóð eisini, at vit mugu verja børn okkara. Mótmælisgongan byrjaði fyrrapartin í dag, og taldi hon millum 150 og 200 fólk.

 

Myndin eru tikin av høvundinum, ið bað um loyvið áðrenn.

 

##med2##