Í morgin - 22. september klokkan 16 - byrjar aftur vælveruvenjingin í Tvøroyrar kommunu, sum er ætlað 65 ára gomlum og eldri.
Vant verður í skúlahøllini í Trongisvági týsdag og hósdag frá klokkan 16 til 17.
Sigast má, at hetta er eitt bíligt tiltak, sum Tvøroyrar kommuna stendur aftanfyri, tí hvør vælveruvenjing á ein tíma kostar bert eina tjúgu krónu.
- Hetta er eitt gott høvi hjá tær, ið tørvar styrki, úthaldni, javnvág og strekkjan fyri allan kroppin.
Tað siga tey í Tvøroyrar kommunu, sum vísa á, at eftir hvørja venjing fæst frukt, vatn og eitt gott sosialt prát.










