Millum 10 og 20 prosent av fólkunum í fleiri av vesturlendsku londunum hava tatoveringar, og tað hevur verið partur av tíðarrákinum, at fólk skulu hava tatoveringar.
Tatoveringar hava eisini verið sjónligar í mótanum, men nú er líkt til, at rákið fer at venda.
Mótakennarin Chris Pedersen sigur verða sannførdan um, at um fimm ella seks ár verður tað modernað ikki at hava nakra tatovering á kroppinum – men heldur vísa fram reina húð.
Í London eru trendsetarar farnir at fjala sínar tatoveringar, tí tær verða mettar sum ómodernaðar.