Tann 5. apríl verður moskusoksaveitsla á Norðhavnini í Keypmannahavn.
Tað er felagið Tvørabáturin, ið skipar fyri veitsluni.
Matarskrá:
1. Rejekomplot a la garlic- bretagne,
2. Moskusoksasteik við wasabi salati, eplum og lekkrari sós,
3. Kaffi og surprise.
Undir borðhaldinum verður felagssangur við gittara, umframt at góðar søgur verða bornar fram.
Eftir borðhaldið, er góður dansur og tónleikur, umframt barr.
Gestir kunna heintast við Norðhavn Statión frá kl. 18 við at ringja til tlf. 2911 5517 ella tlf. 2291 4182.
Tekna teg á rutep(at)mail.dk við at skriva “KOMMER” ella ring til Petur Højgaard 5152 6898. Høvðuskokkur til hesa seinastu veitsluna, áðrenn Norðhavn Regatta 2014, er Kristen Højgaard.