Mortan Vang í Hvalba 85 ár

24. novembur 1923 sá okkara kæri abbi dagsins ljós í Geilini í Hvalba.

Hann er elstur av 7 syskjum. Pápan misti hann, sum smádrongur, eftir hetta noyddist hann at hjálpa mammu síni við yngru syskinum.Hann giftist við okkara kæru ommu, Marin Kristinu úr Sandvík, sum ikki er okkara millum longur. Tey fingu tvær døtur, trý abbabørn og trý langommubørn.


Abbi hevur arbeitt alt sítt langa lív bæði á sjógvi og landi. Hann hevur verið óførur, altíð til dystin fúsur, hansara partur hevur ikki verið eftir. Heilsuna hevur hann havt góða.


Bjørgini hevur hann eisini søkt, har var hann óræddur og klófastur, mangan bitan hevur hann drigið til hús úr bjørgunum.


Barnvinur er hann sum fáur, børn halda nógv av honum, tokka til hansara fáa tey beinanvegin. Hann eigur altíð okkurt gott, bæði orð og søtmeti.


At koma í heim hansara hevur okkum altíð verið ein stuttleiki. Har hava altíð verið stundir til okkum, bæði til álvara og gaman. Umsorgan um okkum hevur hann altíð havt.


Nú árini eru vorðin 85, hevur hann samband við okkum, og vit við hann. Vit høvdu ynskt, at tú búði okkum nærri, so vit kundi vitja teg oftari. Okkara tankar eru um teg hvønn dag, í okkara heimi verður eisini snakkað nógv um teg.


Vit vilja ynkja tær hjartaliga tilukku á 85 ára degnum. Má Harrin signa framtíð tína, og verða hjá tær. Vit elska teg.


Hetta er ein heilsan av Viðareiði.


Abbadótturin.