Í Onglandi koyra enn í dag umleið 150.000 Morris Minor, sum fyrstu ferð komu á marknaðin í 1948. Her hjá okkum vóru teir eisini væl umtóktir tann tíð tað var, serliga sum pick-up og vørubilar.
Tað er fyritøkan "Charles Ware`s Morris Minor Centre" í suðurenska býnum Bath, sum síðan 1976 hevur spesialiserað seg í at restaurera Morris Minor í teimum ymisku útgávunum.
Í Onglandi verða bilarnir seldir fyri millum 2 og 4.000 pund. Hetta er tað sama sum ein umleið 8 ára gamal bilur í somu stødd kostar. Tey flestu sum keypa hesar bilarnar í Onglandi brúka teir dagliga. Teir er lættir at umvæla og bíligir at koyra í, bensinnýtslan er umleið 14-15 km/l.
Bilarnir verða bygdir upp av nýggjum. Um t.d. teir berandi lutirnir eru rustaðir, verða teir skiftir út við nýggjar lutir, sum koma frá eini indiskari verksmiðju, ið fyritøkan samstarvar við.
Tað mest áhugaverda við hesum bilum er, at teir síggja út sum spildurnýggir.
Adressan er: Charles Ware?s Morris Minor Centre, Charlton Buildings, Lower Bristol Road, Bath, BA2 3EA. Fleiri upplýsingar eru at finna á heimasíðuni: www.morrisminor.org.uk
Morris Minor (sedan)
Motorurin1,1 litur 4 syl. bensin 50 hk
0-80 km/t14,8 sek
Bensinnýtsla14-15 km/l
Dekkstødd5.00 x 14
Stødd og vekt
Longd376,0 cm
Breidd155,0 cm
Hædd152,0 cm
Eginvekt750 kg
( Data frá 1966)
Myndatekstur:
1.
Til ber at ogna sær ein Morris Minor, ið sær út sum spildurnýggjur frá fyritøkuni "Charles Wares Morris Minor Centre" í suðurenska býnum Bath
2.
Hesir vóru nógv brúktir sum arbeiðsbilar í Føroyum í 50 og 60-unum, bæði sum pick-up og sum innilokaður vørubilur. Ein bilur sum hesin kostar 3.850 pund, umleið 42.000 krónur
3.
Sigird av Reyni (1916-1994), sum stovnaði fyritøkuna Reyni Service í Rættará í 1947, var umboðsmaður fyri Morris bilarnar í Føroyum og seldi nógvar Minor
4.
Bilarnir verða bygdir upp av nýggjum, um t.d. teir berandi lutirnir eru rustaðir, verða teir skiftir út við nýggjar lutir