Nú er avgerðin tikin: morgunlesturin verður endursendur kl.10.05. Tá ið vetrarskráin hjá kringvarpinum byrjar av álvara mánadagin 14. september, er endursendingin av morgunlestrinum aftur á skránni. Hesum hevur stjórin í kringvarpinum nú boðað frá.
Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag (KLH) fegnast stórliga, at endursendi morgunlesturin verður aftur á skránni. Nógv hava saknað hesa góðu tænastuna hjá kringvarpinum.
Takk Kringvarp Føroya!
Uni Næs, formaður, Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag