Áttanda umfar í 1. deild í fótbólti er á skránni í dag. Merkisvert er tað, at fyrsta bríkslið verður longu klokkan 11 í morgun. Tá verður uppgerðin við Margáir millum næstbesta liðið hjá EB/Streymi og 07Vestur. Ein av EB/Streyma spælarunum er Poulo G. Olsen. Hann er eisini venjari hjá kvinnuliðnum, sum seinnapartin skal spæla steypayst ímóti KÍ.
Toppliðið TB er á veg út á Argir. TB hevur fult stigatal eftir sjey umfør, meðan ter næstbestu hjá AB eru á triðja plássi við 11 stigum – tíggju færri enn TB.
FC Suðuroy, sum saman við 07Vestur kappast um plássið aftanfyri TB, ið kann bera uppflyting við sær, fær vitjan av teimum næstbestu hjá NSÍ.
B36 hevur higartil verið flúgvandi – bæði í bestu deildini og í næstbestu deildini, har liðið er næstfremst. Í dag skal B36 spæla í Leirvík ímóti Víkingi, sum bara hevur tapt eina ferð – 1-0 í Trongisvági.
KÍ fær vitjan av HB seinnapartin. Felags fyri hesi bæði liðini er, at úrtøkan higartil hevur verið soltin. KÍ hevur fýra stig, og HB eigur framvegis fyrsta stigið til góða, nú áttanda umfar stendur fyri framman.
8. umfar
Í dag
KÍ-HB: Petur Reinert kl. 16.00
Víkingur-B36: Alex Troleis kl. 16.00
EB/Streymur-07Vestur: Rúni Gaardbo kl. 11.00
AB-TB: Rói Jacobsen kl. 14.00
FC Suðuroy-NSÍ: Bent Tommy Linklett kl. 13.30
Støðan undan 8. umfari
TB 21
B36 18
AB 11
FC Suðuroy 10
07Vestur 10
NSÍ 9
Víkingur 8
KÍ 4
EB/Streymur 4
HB 0
Víkingur hevur spælt 5 dystir, FC Suðuroy og EB/Streymur hava spælt 6 dystir, og hini liðini hava spælt 7 dystir.