Í morgin vitja tey Skálafjørðin og Sundalagið

Í morgin vitja Fríðrikur, krúnprinsur, Mary, krúnprinsessa, Christian, prinsur, Isabella, prinsessa, Vincent, prinsur og Josephine, prinsessa, á Skálafjørðinum og Sundalagnum.

 

Skráin byrjar í Runavík, har Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, og frú Ann Ellefsen, taka ímóti Dannebrog við Bakkafrost klokkan níggju.

 

Síðani vitjar kongaliga fylgi Bakkafrost. Har fer Regin Jacobsen, stjóri, at vísa teimum runt á fyritøkuni.

 

Haðani gongur leiðin yvir í Bylgjuna, har ítróttarfeløgini, sum nýta høllina, fara at vísa nøkur kynstur, og ítróttarfelagið Støkk handar krúnprinsbørnunum eina gávu.

 

Síðani er borgarstjórin vertur við eina máltíð í Skótahúsinum.

 

Seinnapartin liggur leiðin norður í Sundalagið. Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, og frú Anna Maria Zachariasen, taka ímóti í Hvalvík. Haðani sigla tey undir brúnna um Streymin, framvið hægsta fossi í Føroyum, Fossá, og til Haldórsvíkar, har tey spáka gjøgnum bygdina.

 

Síðani gongur leiðin til Tjørnuvíkar, har móttøka er í bygdarhúsinum. Aftaná fer krúnprinsurin ein túr í Stakkin saman við Jógvani Magnussen, meðan krúnprinsessan og børnini spáka runt í Tjørnuvík saman við Høgna Hoydal, varaløgmanni, og frú Hildur Hoydal, Thordis Dahl Hansen, varaborgarstjóra í Sunda kommunu og harra Dávid Reinert Hansen.

 

Um kvødið er nógv umrøddi døgurðin umborð á Dannebrog, áðrenn krúnprinsurin fer á Tórsvøll at handa steypafinalistunum heiðursmerki aftaná steypafinaluna.