Síðsta vikuskiftið var kunnandi fundur hildin suðuri í Salt um nýggja Hvalbiartunnilin. Talan var um ein fund, har bæði Landsverk, Articon, hvalbingar, politikkarar og onnur førdu fram síni sjónarmið um nýggju farleiðina til Hvalbiar.
Nú er komið so væl áleiðis millum partarnar í sáttmálasamráðingunum, at sáttmáli verður undirskrivaður á Landsverki fyrrapartin í morgin klokkan níggju. Hesum boðar Landsverk frá í dag.
Tá fara virkandi stjórin á Landsverki, Árant Andriasson, og Jón Sigurdsson, stjóri á Articon, at skriva undir arbeiðstakarasáttmálan. Eisini verður Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, hjástaddur, tá undirskrivað verður.
Trýst HER og fá meiri at vita um, hvørja tíðarætlan, Articon hevur lagt fyri arbeiðið, og nær tað verður koyrandi ígjøgnum tunnilin