Í morgin skal nátin hava frið

Nátatíðin er byrja, men tað er eisini mark fyri tí

Nátatíðin er byrjað og fleiri bátar hava longu verið úti, og teir hava eisini fingið fitt av náta.

Men nú ger lørgreglan eisini vart við, at tað er ikki loyvt at fara eftir náta sunnudagar.

Løgreglan hevur fingið onkra fráboðan um nátaveiði sunnudagar, men har fáa tey ikki gjørt annað enn at vísa til grein 15 í lógini um fuglaveiðu, har tað stendur, at » Fuglaveiða og skjóting yvirhøvur er forboðin á sunnu- og halgidøgum«.

Sostatt er iki loyvt at stima eftir nátum í morgin - ella nakran annan sunnudag, sigur løgreglan.