Í morgin skal Hallbera verja ph.d. ritgerð

Hon kannar í ritgerðini, hvat skal til, fyri at tingfólk nýta vitan frá teimum báðu óheftu eftirlitsstovnunum

Í morgin fer Hallbera West at verja ph.d.-ritgerð sína.

 

Hon kannar í ritgerðini, hvat skal til, fyri at tingfólk nýta vitan frá teimum báðu óheftu eftirlitsstovnunum, Løgtingsins Umboðsmanni og Landsgrannskoðanini. Hesir stovnar boða frá, tá okkurt er áfatt, men so er spurningurin, um og nær hetta setir gongd á tiltøk frá tingfólki.

 

Hallbera West hevur verið innskrivað bæði á Setrinum og á Aarhus Universiteti. Vegleiðarar hennara vóru Helene Helboe Pedersen, lektari á Aarhus Universitet, Beinta í Jákupsstovu, professari á Høgskolen í Molde og Jens Blom-Hansen, professari í Aarhus Universitet.

 

Dómsnevndin verður mannað av Kaare Strøm, professara, UC San Diego, Ólafur Harðarson, professara, Háskóli Íslands og Asbjørn Skjæveland, lektari á Aarhus Universitet.

 

Verjan av ritgerðini er almenn og verður hildin í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin 16. november klokkan 13.