Fert tú til Danmarkar næstu tíðina, so mást tú minnast til at brúka munnbind, um tú ætlar tær at ferðast við almennu ferðsluni.
Í morgin kemur nevnliga ein lóg í gildi í Danmark, sum sigur, at tú skalt brúka munnbind, um tú ferðast við eitt nú toki, bussi ella metro.
Gert tú ikki tað, so kanst tú vænta tær bót sambært reglugerðini, sum donsku myndugleikarnir hava kunngjørt i morgun.










