Morgan í Norðoyggjum

Teir 22 Morgan bilarnir hava veruliga vakt ans kring landið í hesum døgum. Í dag eru teir at síggja í Eysturoy og í Norðoyggjum Sum tey flestu hava lagt til merkis, hava vit í løtuni vitjan av nøkrum heilt serligum bilum. Eitt ferðalag við yvir 40 fólkum eru komin higar við 22 Morgan sportbilum.

Tað eru limir í danska bilklubbinum Morgan Sports Car Denmark, sum eru komnir higar at hátíðarhalda 100 ára stovningardagin hjá ensku Morgan bilverksmiðjuni. Ferðalagið kom við Norrönu mánadagin 14. september.

Í dag verður farið í Norðoyggjar. Eftir skránni verður steðgað á við kirkjuna við Gøtugjógv um 10-tíðina, síðan verður koyrt beinleiðis til Viðareiðis, har tey verða frá kl. 11.00-13.00, tá ferðalagið fer til Klaksvíkar og steðgar á við Christianskirkjuna kl. 14 og á bakarínum hjá Jórun umleið kl. 15. Ferðalagið fer avstað aftur við Norrönu hóskvøldið 17. september.